Tíðindi

 Starvslýsing til Frískúlan Keldan, skúlaárið 2026/2027 

nov 25. 2026
  • Skúlanum tørvar lærara, sum kann undirvísa í støddfrøði í 7 flokki. Talan er um nakrar tímar hvørja viku, fram til summarfrítíðina. Nærri kunning um tímarnar, fæst við at venda sær til skúlaleiðaran.

 

Vit ynskja, at tú, sum umsøkjari:

  • Hevur rokning á linju
  • Tekur undir við og vilt arbeiða fyri visjónini hjá frískúlanum
  • Hevur hug og áræði at skapa ein fjølbroyttan og tryggan gerandisdag við virðing og umsorgan fyri tí einstaka barninum
  • Ert fleksibul og dugir at samstarva og ert til reiðar at menna tað námsfrøðiliga arbeiðið í skúlanum

 

Um frískúlan:
Skúlaárið 2026/2027 eru umleið 110 børn frá forskúla til 7. flokk í Frískúlanum Kelduni. Frískúli og frítíðarstova eru á sama stað. Samkoman Keldan í Skálafirði stovnaði Frískúlan í 2010. Hølini í Kelduni eru nýmótans og vælegnað til skúlavirksemi. Umhvørvið í Skálafirði er eisini ein góður karmur um hetta virksemið.

 

Setanarviðurskifti:.
Lærarastørv verða lønt samsvarandi avtalu millum Fíggjarmálaráðið og Føroya Lærarafelag.

Umsókn:
Umsókn saman við avriti av prógvi, c.v. og møgulig viðmæli, skal vera skúlaleiðaranum í hendi í seinasta lagi 9. des kl. 12.00. Eru spurningar ella ivamál, ber til at skriva til friskulin@keldan.fo ella ringja 221735. Neyðugt er hjá skúlanum at fáa barnaváttan frá umsøkjarum.

 

Vinarliga send umsóknina umvegis teldupost: friskulin@keldan.fo 

Nýggjastu tíðindi

 Starvslýsing til Frískúlan Keldan, skúlaárið 2026/­2027 
nov 25. 2026
Túrur til Suðuroyar
nov 9. 2026
Sjósavnið
okt 27. 2026
VAKT
okt 21. 2026
Fletting, 8.okt 2026
okt 8. 2026