Gjald

Skúlagjald fyri skúla/frítíðarstovu

Til skúlaárið 2023/24 eru hesir møguleikar at velja ímillum:

Forskúli/frítíðarstova

  • 1.300 kr Forskúli 3/4 tíð 7:30 - 15.00 (bara skúladagar)
  • 1.775 kr Forskúli fulla tíð 7.30-17.00 (ansing í heystfrítíđini, og 3 vikur í summarfrítíďini)

1. og 2. flokkur hava hesar møguleikar at velja ímillum

  • 600 kr   Bara í skúlatíð 600 kr. (tá er viðhvørt neyðugt at koma við seinna bussinum)
  • 1.000 kr  3/4 tíð Frítíðarstova kl. 7.30-14.00 (bara skúladagar)
  • 1.775 kr Fulla tíð kl. 7.30-17.00 (ansing í heystfrítíđini, og 3 vikur í summarfrítíďini)

3. - 7. flokkur

Bara í skúlatíð frá kl. 8.00: 600 kr.

Syskinaavsláttur fyri skúlagjald er soleiðis: 

  • 1. barn fult skúlagjald
  • 2. og 3. barn 200 kr í avsláttri.
  • 4. barnið er ókeypis 

Frískúlin hevur kontonummar: 6460-991.272.1.

Gjaldast skal tann 1. í hvørjum mánaði. Forskúlin rindar fyri 11 mánar og juli máni fríur. Skúlagjaldið fyri børn frá 1. flokki og uppeftir er eisini galdandi í juli mána, meðan frítíðarstovugjaldið er frítt. 

Foreldur í 1. og 2. flokki, sum ynskja broytingar í frítíðarstovuansingini, mugu gera hetta ein mánaða frammanundan.