Dagførd 2026

Trivnaðarætlan dagførd aug. 2026

Í Frískúlanum Kelduni leggja vit stóran dent á, at øll trívast. Allir næmingar hava rætt til at kenna seg tryggar, vardar og virdar. Í skúlanum læra vit børnini týdningin av at virða øll, eisini tey, sum hava eina øðrvísi hugsan enn vit sjálvi. Grundhugsanin, tá talað verður um atburð, er tann gylta reglan: “Tað, sum tú vilt, at onnur skulu gera ímóti tær, skalt tú gera ímóti teimum”.

Við hesum ynskja vit at arbeiða fyri: 

-       At øll kenna seg sædd, hoyrd og viðurkend 
-       At vit hava umsorgan hvør fyri øðrum 
-       At øll læra at lurta hvør eftir øðrum og virða hvør annan 
-       At øll kenna seg trygg og mennast fakliga, sosialt og í persónligum dygdum 
-       At øll fáa so gott sjálvsvirði sum gjørligt 
-       At øll tora at siga sína hugsan 
-       At øll kunnu arbeiða saman   

Fyri at tryggja okkum at øll trívast, og at vit leggja til merkis, um so skuldi verið at onkur ikki trívist, hevur flokstoymið í hvørjum flokki regluliga fundir, har ein ávegis meting verður gjørd av trivnaðinum, tí fakliga og karakterbygging.  
Undir heitinum karakterbygging leggja vit dent á at læra næmingarnar góðar dygdir og lívsvirðir, fyri soleiðis at skapa trivnað og fyribyrgja happing. 
Um vit síggja, at okkurt barn yvir longri tíð ikki trívist, kunnu vit í samstarvi við foreldrini, taka næmingar út til samrøður fyri at finna útav avbjóðingini og hjálpa næminginum. 

Trivnaðarætlanin verður endurskoðað  árliga. Hon verður síðani løgd fram á fyrsta felags foreldrafundi í skúlaárinum og løgd út aftur á heimasíðuna. 
Trivnaðarætlan skúlans kann lesast á fsk.fo Á fyrsta felags foreldrafundinum verða foreldraumboð vald at skipa fyri sosialum/hugnaligum tiltøkum – helst tvær um árið – fyri at stuðla undir trivnaðin í flokkinum. Skúlastýrið hevur ein árligan fund við foreldraumboðunum.

Vit eru blivin partur av Betri vinir verkætlanini, sum hevur til endamáls at arbeiða við trivnaði og at skapa góðar og sunnar felagsskapir millum børn. Skal tað eydnast at fáa ein góðan felagsskap í øllum flokkum, krevur tað miðsvíst arbeiði. Tí seta vit tíð av til fyribyrgjandi arbeiði har børnini m.a. læra førleikar sum empati, sjálvsregulering og samstarv.