Kanningar vísa, at børn læra við at brúka teirra sansir. Tess fleiri sansir verða brúktir í undirvísingini, tess betur er tað. Børn eru jú so ymisk, nøkur børn læra best, tá ávísir sansir verða brúktir, meðan onnur læra best, tá aðrir sansir verða brúktir.
Við læriháttinum VAKT verða ymiskir arbeiðshættir/undirvísingarhættir brúktir í samband við næmingavirksemi, sum leggja dent á næminganna Visuella, Auditiva, Kinestetiska og Taktila tørv.
Undirvísingin verður fyrireika soleiðis, at allir hesir sansirnir í mest møguligan mun verða brúktir, so undirvísingin gerst viðkomandi fyri allar næmingarnar.
Umleið 70-80% av børnunum kunnu læra væl við læriháttum, sum eggja tí visuella og auditiva sansinum. Hini 20-30% læra ikki so væl á henda hátt, men hinvegin ígjøgnum stimbran í tí Kinæstetiska og Taktila sansinum. Hesi eru ofta órólig og órógvandi um undirvísingin ikki verður tillaga teimum eisini. Øll – bæði veikir og sterkir næmingar - vilja fáa eitt størri útbýti ígjøgnum eina undirvísing, sum brúkar fleiri sansir.