3. flokkur

Minnisvers

Hann er sum træ, plantað við vatnsløkir, ið ber ávøkst sín á røttum tíma, og sum bløðini ikki følna á; øllum, ið hann ger, hevur hann eydnu við.

Sálm. 1:3

Flokslærari: Lydia tlf. 28 82 87

Vikuætlan

Vika 41 - 2026

Mánadagur
5. oktober
Næmingarnir hava fingið bræv við heim frá skúlastýrinum. Tað sæst eisini HER
Vikumálið hjá okkum: Smíl og bjóða uppí.
Í farnu viku hava vit tosað nógv um, hvussu vit kunnu gera tað gott hjá hvørjum øðrum í flokkinum. Vit venja okkum at vera vinarlig, síggja hvønn annan og bjóða øðrum uppí. Eitt smíl kostar einki, men kann gera stóran mun. Og tað kennist gott, tá onkur sigur: “Vilt tú vera við?” Hjálpið okkum fegin at venja hetta heima eisini. Tit kunnu til dømis taka tað upp við døgurðaborðið og spyrja: “Gavst tú onkrum eitt smíl í dag?”
“Bjóðaði tú onkrum uppí?”
“Var tað nakar, sum gjørdi okkurt gott fyri teg í dag?” Soleiðis hjálpast vit at við at skapa ein flokk, har øll kenna seg vælkomin og hava eitt pláss í felagsskapinum.
Týsdagur
6. oktober
FO
Les 10 min í lesilummanum. Terpa navnið og ljóðið á bókstavunum í lesilummanum.
Mikudagur
7. oktober
FO
Les 10 min í lesilummanum. Terpa navnið og ljóðið á bókstavunum í lesilummanum.
Hósdagur
8. oktober
FO
Les 10 min í lesilummanum. Terpa navnið og ljóðið á bókstavunum í lesilummanum.
Fríggjadagur
9. oktober
Christmas Child
Eins og undanfarin ár, ætla vit at geva næmingunum møguleika at lata skógvaeskjur til Christmas Child. Hvør flokkur savnar lutir til eina eskju, sum verður send til Ukraina.
Øll, sum hava hug at verða við, kunnu seta navnið á sínum barnið á 1-2 lutir. Hesir lutir skulu latast inn í seinasta lagi 23. okt. Sí lista her
FO
Les 10 min í lesilummanum. Terpa navnið og ljóðið á bókstavunum í lesilummanum.