Søga

Søga Frískúlans

Frískúlin, Keldan byrjaði sítt virksemið í 2010 við einum forskúlaflokki og einum 1. flokki.

Tilsamans vóru tá 19 børn á skúlanum. Síðani er ein nýggjur forskúli komin á hvørjum ári frá 2010-2016 og 2018-2023, umframt nøkur nýggj børn, sum eru komin í hinar árgangirnar. Í 2017 varð ongin forskúli tikin inn.

Tað er samkoman Keldan, Skálafirði, sum hevur stovnað frískúlan, Keldan. Forskúli, skúli og frítíðarstova verða á sama staði.

Hølini í Kelduni eru nýmótans og væl egnað til skúlavirksemi, og er umhvørvið í Skálafirði eisini góður karmur um hetta virksemið.

Skúlin er fyri allar næmingar. Málið er at integrera næmingar við serligum tørvi saman við tí vanliga flokkinum, í mest møguligan mun. Dentur verður lagdur á eitt gott samstarv við foreldrini, har tey eru ein virkin partur av skúlanum.

Skúlin fylgir lesiætlanini fyri fólkaskúlan.

Frískúlin fær 85% í stuðli frá landsmyndugleikanum, og foreldrini gjalda 15%. Gjaldið hjá foreldrunum fyri hvørt barnið verður á leið 600 kr. um mánaðin.