Nakrar høvuðsreglur
- Ongin gongur inni í útiskóm
 - Alt spæl úti og inni má fara fram á ein tílíkan hátt, at tað ikki skaðar næmingar, bygning og amboð
 - Tann, sum við harðligum spæli ella grovum ósketni, ger skaða á skúlans ogn, kann rokna við at koma at gjalda skaðan
 - Tá flokkur fer niður í frítíðarstovuna, skal stovan ruddast og øll amboð setast uppá pláss
 - Alt burturmist frálærutilfar, sum næmingarnir hava til láns frá skúlanum, kunnu teir ábyrgdast fyri
 - Starvsfólk hava umsjón við næmingum bæði úti og inni í fríløtum
 - Fartelefonin skal vera sløkt og latast inn, meðan børnini eru á skúlanum. Verður henda regla ikki fylgd, verður telefonin tikin og kann tá verða avheintað hjá leiðaranum í starvsfólkarúminum, áðrenn næmingurin fer til hús