Visjón

Visjónin fyri frískúlan, Kelduna

Frískúlin vil í sátt og samvinnu við foreldrini hjálpa til at geva næmingunum eina kristna og siðalagsliga uppaling. (Fólkaskúlalógin § 2 stk 3.)

Vit vilja:

  • Skapa eitt umhvørvi við íblástri, trivnaði, læring og persónligum vøkstri.
  • Stuðla foreldrum í teirra ábyrgd av at læra, venja, uppala og vegleiða síni børn.

Soleiðis ynskja vit at menna næmingin:

  • Í kunnleika, sosialt, likamliga og andaliga

Skúlin skal stimbra upp undir at menna tilfongið í hvørjum einstøkum næmingi, soleiðis at teirra lyndið/karakterur og mál í lívinum gera tey til ábyrgdarfull, tiltaksrík og heilskapaði menniskju, sum hava eina jaliga ávirkan á sínar umstøður og samfelagið.

Skúlin skal arbeiða við at menna bíbilskar eginleikar/karakter í næminginum sum t.d. at vera ærligur, arbeiðsamur, ósjálvsøkin, lýðin, úthaldandi, hava næstakærleika  og kenna eina altjóða ábyrgd. Alt hetta fyri at umganga sjálvsøkjandi atburð, øvundsjúku og skeivan kappingaranda.

Skúlin fylgir galdandi reglum fyri fólkaskúlan fyri ein stóran part, men skal altíð arbeiða fram ímóti at ganga frammanfyri í kunnleikastøðinum og undirvísingini.