Minnisvers
1 HARRIN er hirði mín; mær fattast einki.
2 Hann letur meg liggja á grønum eingjum, leiðir meg at hvíldarvøtnum;
3 Hann lívgar sál mína, Hann leiðir meg eftir røttum leiðum – fyri navns Síns skuld.
4 Um eg so skal ganga í dali deyðaskuggans, óttist eg einki ilt; tí Tú ert við mær, keppur Tín og stavur Tín, teir ugga meg.
5 Tú borðreiðir fyri mær, beint fyri eygum fígginda mína; Tú salvar høvd mítt við olju; tað rennur út av steypi mínum.
6 Einki uttan gott og náði skal fylgja mær, allar dagar eg livi, og eg skal búgva í húsi HARRANS allar ævir.
Sálm. 23
Flokslærari: Kirstin teldupostur: kirstin.langgaard@skulin.fo
Frítíðarstovan tlf. 21 25 03
Vikuætlan
Vika 48 - 2026
Mánadagur
23. november
Týsdagur
24. november
Føroyskt
Les s. 28-29 í Finka
Ítrótt
Vit fara í Skálahøllina at hava Ítrótt. Farið verður úr skúlanum kl 11:55. Um børnini skulu við 14 bussi heim, er best at tit srkiva til frítíðarstovuna áðrenn kl 12.00 hendan dagin. Ella tit skriva mær eini boð á 277113 tí viðvíkjandi. Ítróttartímin endar kl 13:25
Innlating
Børnini hava fingið innlating við heim í dag
Mikudagur
25. november
Kalt borð
Sí listan niðanfyri
Jólasøgan
Til í dag, skulu vit vera liðug við s. 4 (og s. 5, um tørvur er á tí arkinum) í jólasøgumappuni. Á s. 4 skriva vit okkara jólasøgu lidna. Tað er umráðandi, at tit gera tykkum stóran ómak, tí hetta er arkið, sum vit samla inn til jólakalendarin.
Hósdagur
26. november
Føroyskt
Les í bókini í lesilummanum í 10 min. Les harav 2 min hart fyri einum vaksnum.
Jólasøgan
Tekna myndina til jólasøguna lidna til í dag. Svarið eisini spurninginum á somu síðu.
Fríggjadagur
27. november
Jólasøgan
Um tú ikki ert liðug/ur við tína jólasøgu og myndina, mást tú gera tað liðugt til í dag, tí í dag samla vit allar jólasøgumappurnar inn, so vit kunnu gera kalendarin kláran.
Pyntidagur
Pyntidagur verður í dag. Tað er ikki neyðugt at hava alla skúlataskuna við. Havið pennahús, saks, lím, jólasøgumappuna, matpakka og busskort við.
Minnist eisini til svimjiklæðini, tí tit fara at svimja beint eftir skúlatíð.
Minnist eisini til svimjiklæðini, tí tit fara at svimja beint eftir skúlatíð.
