Tíðindi

Fletting, 8.okt 2026

okt 8. 2026

Í morgun hava yngru flokkarnir verið til fletting á Strondum. Tað eru Mirjam og Pól Frits Høj, sum saman við dóttrini Bjørt, hava flett saman við okkum. Børnini vóru sera spent og hugtikin av flettingini, og sluppu eisini at vera við i tann mun tað bar til. Tey fingu góða frágreiðing um alt, sum kann gerast til mat og hvat kann etast og ikki. Eisini sluppu tey at nerta við ymiskt, fyri at fáa eina kenslu av, hvussu tað er at hava tilfarið i hondunum. Vit takka Mirjam, Pól Frits og Bjørt fyri gott gestablídni. Børnini fingu sunkist og okkurt søtt aftaná. 

Myndir síggjast her.

Nýggjastu tíðindi

Fletting, 8.okt 2026
okt 8. 2026
Kappingar í ánni
okt 7. 2026
Fløskuraket
sep 23. 2026
Rudda Føroyar
sep 18. 2026
Evnisdagar í 6. og 7. Flokki
sep 11. 2026