Tíðindi

Páskaferia

mar 27. 2026

Í dag byrjar páskaferian. Næmingarnir í 1. flokki gleða seg mega nógv at fáa feriu og hava nógvar ætlanir. Hetta er tað, næmingarnir siga, at teir fara at gera:

 

Bjørt: Eg fari at eta páskaregg.

Edith: Eg fari at spæla PlayStation, eta bomm og hyggja eftir filmi. Og eg fari at eta páskaregg.

Emilia: Eg fari at sova hjá ommu.

Emly: Eg fari at spæla við mín besta vin, Leu, og sova leingi.

Eyðbjørg: Eg fari kanska at hyggja eftir einum filmi, har tey boksa.

Fía: Eg fari at eta páskaregg og svimja.

Fríði: Eg fari at spæla PlayStation og eg giti, at eg fari á vøllin, um tað er gott veður.

Helena: Eg fari at sova hjá ommu, tí tað er stuttligt.

Ingolf Michal: Eg fari at spæla við Jeramia og eta páskaregg.

Jónas: Eg ætli mær at eta páskaregg, og eg fari at spæla PlayStation og -nintendo.

Mary: Eg fari at súkkla, og eg ætli mær kanska at keypa bomm.

Thórleif: Eg fari at eta míni páskaregg. Eg eigi tvey.

 

Vit á frískúlanum, Keldan, ynskja øllum eini gleðiligar og friðsælar páskir. 

Skúlin byrjar aftur týsdagin 7. apríl

Nýggjastu tíðindi

Starvs­fólk til Frískúlan í Kelduni, skúlaárið 2026/­2027 
mai 29. 2026
7. flokkur á vitjan
mai 8. 2026
FabLab
mai 5. 2026
Útferð
apr 29. 2026
Hjóldagar
apr 23. 2026