Tíðindi

Starvsfólk til Frískúlan í Kelduni, skúlaárið 2026/2027 

mai 29. 2026

Frískúlin Keldan søkir eftir:

 

·         1-2 lærarum í tíðaravmarkað starv skúlaárið 2026/27, vegna avlopstímar, niðurskurð og farloyvi.

·         2 lærarum fyri lærarar í barnsburðarfarloyvi frá aug.til jan. 27.Tímatalið verður endaliga ásett 1.sept. 26

·         Skúlanum tørvar lærarar, sum kunnu undirvísa m.a. í støddfrøði, føroyskum, ítrótti og kunnu átaka sær uppgávur   viðvíkjandi trivnaðararbeiðið skúlans.

·         Hjálparfólk til frítíðarstovuna, frá 10 aug. 26 Talan er um tíðaravmarkað starv. Tímatalið er áleið 20-25 tímar um vikuna frá kl 13-17. Tímatalið verður endaliga ásett 1 sept.

 

Vit ynskja, at tú, sum umsøkjari:


•    Hevur læraraútbúgving og royndir

•    Tekur undir við og vilt arbeiða fyri visjónini hjá frískúlanum

•    Hevur hug og áræði at skapa ein fjølbroyttan og tryggan gerandisdag við virðing og umsorgan fyri tí einstaka barninum

•   Ert fleksibul og dugir at samstarva og ert til reiðar at menna tað námsfrøðiliga arbeiðið í skúlanum

 

 

Um frískúlan:
Skúlaárið 2026/2027 eru umleið 110 børn frá forskúla til 7. flokk í Frískúlanum Kelduni. Frískúli og frítíðarstova eru á sama stað. Samkoman Keldan í Skálafirði stovnaði Frískúlan í 2010. Hølini í Kelduni eru nýmótans og vælegnað til skúlavirksemi. Umhvørvið í Skálafirði er eisini ein góður karmur um hetta virksemið.

 

Vit kunnu bjóða:
Eitt áhugavert starv við fjølbroytni í gerandisdegnum, har námsfrøðingar og lærarar samstarva. (sí www.fsk.fo)

Setanarviðurskifti:.
Lærarastørvini verða lønt samsvarandi avtalu millum Fíggjarmálaráðið og Føroya Lærarafelag.

Umsókn:
Umsókn saman við avriti av prógvi, c.v. og møgulig viðmæli, skal vera skúlastýrinum  í hendi í seinasta lagi 12 juni kl. 12.00. Eru spurningar ella ivamál, ber til at skriva til friskulin@keldan.fo  Neyðugt er hjá skúlanum at fáa barnaváttan frá umsøkjarum.

 

Vinarliga send umsóknina umvegis teldupost: friskulin@keldan.fo

 

Nýggjastu tíðindi

Starvs­fólk til Frískúlan í Kelduni, skúlaárið 2026/­2027 
mai 29. 2026
7. flokkur á vitjan
mai 8. 2026
FabLab
mai 5. 2026
Útferð
apr 29. 2026
Hjóldagar
apr 23. 2026