Tíðindi

7. flokkur á vitjan

mai 8. 2026

Nú er vár; tjøldrini eru komin, nógv lomb eru at síggja, og næmingar byrja so smátt at telja niður til summarferiuna.

Flestu næmingar gleða seg sera nógv til longu summarferiuna, men fyri ein flokk er hetta vanliga ein tíð við blandaðum kenslum: nevniliga 7. flokk, ið hevur sínar seinastu dagar á skúlanum. Eftir summarferiuna fara nakrir av næmingunum til Løkin og nakrir til Strendur at ganga í skúla. Tó at næmingarnir vanliga eru spentir til hetta skiftið, er hetta mangan ein sorgblíð tíð.

Fyri at skiftið skal ganga smidliga fyri seg, skipa skúlarnir fyri, at næmingarnir vitja á skúlunum hjá hvørjum øðrum. Í gjár fingu vit fyrst vitjan av 7. flokkunum úr runavíkar skúla og skála skúla, og síðani vitjaðu okkara næmingar skúlan á Skála ella Strondum, alt eftir hvønn skúla tey fara í komandi skúlaár. Í dag fingu vit vitjan av 7. flokki av Stranda skúla. 

Nýggjastu tíðindi

7. flokkur á vitjan
mai 8. 2026
FabLab
mai 5. 2026
Útferð
apr 29. 2026
Hjóldagar
apr 23. 2026
Felagsforeldrafundur
apr 21. 2026