Valdagur
mar 25. 2026
Í gjár var fólkatingsval og í morgin verður løgtingsval, men í dag er tað týdningarmiklasta valið í FSK: Skúlaval.
Næmingar úr 7. flokki stilla upp, og hinir næmingarnir sleppa allir at velja. Tey, ið stilla upp, hava lovað alt møguligt gott m.a. ís hvønn dag, at næmingar sleppa at spæla teldu og telefon í skúlatíð, djóradagar, keðlidjór til flokkarnar, fleiri køkstímar, at øll sleppa at sova á skúlanum, námsferð í 7. flokki, fleiri útferðir og vatnkríggj, har næmingarnir sleppa at gera lærararnar vátar.
Spennandi verður at vita, hvør verður valdur.
Nýggjastu tíðindi
Fletting, 8.okt 2026
okt 8. 2026
Kappingar í ánni
okt 7. 2026
Fløskuraket
sep 23. 2026
Rudda Føroyar
sep 18. 2026
Evnisdagar í 6. og 7. Flokki
sep 11. 2026