Tíðindi

Eingin skúlagongd áðrenn páskir.

mar 24. 2020

Um so er at spurningar eru til heilsusystir skúlans, eru til vælkomin at ringja til hennara. Jóhanna Danielsen, tlf. 562376

Sum flestu tykkara helst hava hoyrt, er skúlin latin aftur fram til páskafrítíðin er liðug. Tískil koma børn og vaksin at arbeiða heimanífrá næstu 2 vikurnar.

Vit koma framhaldandi at leggja heimaarbeiði út á vikuætlanina, so tað er gott, um tit fylgja væl við á heimasíðuni.

Flokslærararnir koma næstu dagarnar at gera eina avtalu vid børnini, um at teir ringja til teirra fyri at hoyra, hvussu tað gongur.

Hetta er ein serlig tìð, og vit eru vitandi um at tað kann verða avbjóðandi, at hava børnini heima og kanska sjálvur skula arbeiða heimanífrá. Tí er umráðandi at tit ringja til flokslæraran, um uppgávurnar eru ov møtismiklar ella um tit hinvegin ynskja fleiri uppgávur.

Fleiri av uppgávunum til eldru næmingarnar skulu loysast umvegis telduna. Um so er, at onkur næmingur frá 4.fl og eldri hevur brúk fyri eini teldu, ber til hjá foreldrunum at gera eina avtalu viđ skúlan, um at lána eina teldu frá skúlanum hetta tíđarskeiðið.

Hósdagin 26/3 og fríggjadagin 27/3 millum kl.10-15 ber eisini til hjá næmingum at gera eina avtalu viđ flokslæraran, um at lána bøkur á skúlanum.

Um spurningar ella ivamál eru, eru til altíð vælkomin at ringja til skúlaleiðsluna, Annika 748755 

Nýggjastu tíðindi

Filmur frá evnisvikuni
apr 2. 2024
Spæliplássið tikið í brúk!
mar 20. 2024
Áhugaverdur felagsforeldrafundur
mar 14. 2024
Evnisvika
mar 11. 2024
Felagsforeldrafundur mikudagin 13/­3 kl 19
mar 5. 2024