Tíðindi

Starvsfólk til Frískúlan í Kelduni  2019/20

jun 27. 2019

Frískúlin, Keldan søkir eftir hesum hesum størvum fyri skúlaárið 2019/2020.

  • 1 lærara í tíðaravmarkað starv vegna lækkað tímatal og møguligar avlopstímar. Skúlanum tørvar lærara til forskúlaøkið, ítrótt og tónleik. Endaliga tímatalið verður ásett eftir 1.okt.
  • Eitt hjálparfólk á 18 tímar um vikuna vegna avlopstímar.  Endaliga tímatalið verður ásett eftir 1. sept.

 

Vit ynskja, at tú, sum umsøkjari:

  • Hevur læraraútbúgving og royndir
  • Tekur undir við og vilt arbeiða fyri visjónini hjá frískúlanum
  • Hevur hug og áræði at skapa ein fjølbroyttan og tryggan gerandisdag við virðing og umsorgan fyri tí  einstaka barninum
  • Ert fleksibul og dugir at samstarva og ert til reiðar at menna tað námsfrøðiliga arbeiðið í skúlanum

 

Um frískúlan:
Samkoman Keldan í Skálafirði hevur stovnað frískúlan. Frískúli og frítíðarstova eru á sama stað. Hølini í Kelduni eru nýmótans og vælegnað til skúlavirksemi. Umhvørvið í Skálafirði er eisini ein góður karmur um hetta virksemið. Skúlaárið 2019/2020 verða umleið 95 børn frá forskúla til 7. flokk.

 

Vit kunnu bjóða:
Eitt áhugavert starv við fjølbroytni í gerandisdegnum, har námsfrøðingar og lærarar samstarva. (sí www.fsk.fo)

 

Setanarviðurskifti:.
Lærarastørvini verða lønt sambært avtalu millum Fíggjarmálaráðið og Føroya Lærarafelag.

Hjálparfólkastarvið verður lønt sambært sáttmála millum Føroya Pedagogfelag og Kommunala Arbeiðsgevarafelagið.

Umsókn:
Umsókn saman við avriti av prógvi, c.v. og møgulig viðmæli, skal vera skúlastýrinum í hendi í seinasta lagi 11. juli kl. 12.00.

Vinarliga send umsóknina umvegis teldupost: friskulin@keldan.fo

 

Leinkja til starvslýsingina er her

Nýggjastu tíðindi

Filmur frá evnisvikuni
apr 2. 2024
Spæliplássið tikið í brúk!
mar 20. 2024
Áhugaverdur felagsforeldrafundur
mar 14. 2024
Evnisvika
mar 11. 2024
Felagsforeldrafundur mikudagin 13/­3 kl 19
mar 5. 2024