Fyrsti skúladagur
Mikudagin 12. august var fyrsti skúladagur í FSK.
12 sera fitt børn byrjaðu í forskúla.
Forskúlin saman við 1. og 2. flokki vóru boðin fyrrapartin saman við foreldrum, har vit høvdu eina felags løtu saman í stóra sali.
Aftaná felagsløtuna fóru flokkarnir í stovurnar, har flokslærararin tók ímóti teimum. Eldru flokkarnir møttu á middegi til felagsløtu og fóru eisini í flokkarnar saman við sínum flokslærara.
Á skránni var sangur og søga. Ein vælkomstgáva var til allar næmingarnar, har tey fingu ein vatndunk við búmerkinum hjá frískúlanum á. Á búmerkinum er eitt træ, sum er høvuðsevnið í ár.
Hvørt ár hava vit eitt høvuðsevni, sum gongur aftur ígjøgnum árið. Hetta skúlaárið hava vit evnið: “Træið” Endamálið er at varpað ljós á, at hvørt einstakt træ, sum ímyndar ta einstaka barnið, er týðandi og hevur virðið.
Hetta skúlaárið ganga 112 næmingar í frískúlanum.
Sí myndir í myndasavninum her.