Tíðindi

Felagsforeldrafundur

apr 21. 2026

Týskvøldið 28. apríl kl. 19.00 verður felagsforeldrafundur.

Skúlastýrið skipar saman við eftirskúlanum Brúnni fyri einum felags foreldrafundi, har vit seta sjóneykuna á týdningin av kristnari útbúgving. Fundurin verður í Kelduni.

Evni: Hvat, hvussu og hví kristnan skúla?

Fyrilestrahaldari: Jan Cedercreutz, sálarfrøðingur og leiðari fyri Agape miðdeplinum í Helsinki, Finland. Jan Cedercreutz hevur drúgvar royndir innan kristna uppaling og undirvísing. Hann stendur á odda fyri Agape miðdeplinum, sum fevnir um bæði heimaskúla og barnagarð. Hann hevur eisini skrivað fleiri bøkur og arbeiðir virkið við at styrkja kristna lívsáskoðan hjá bæði børnum og vaksnum.

Innihald á fundinum:

Á fundinum fer Jan at geva eina greiða mynd av visiónini fyri einum kristnum skúla og seta orð á:

- Hvat vit læra – grundað á kristna lívsáskoðan

- Hvussu vit læra – við støði í Agape pedagogikki

- Hví vit læra – við “ungleiðslu”háttinum

Framløgan fer eisini at greiða frá, hvussu kristin útbúgving skilir seg frá øðrum, og hví tað er týdningarmikið at varðveita og menna hana. Eisini verða ítøkilig amboð og hugskot løgd fram, sum kunnu nýtast í praksis.

Eisini verður ein sangframførsla við Jóhan Tausen.

Vit heita á góða uppmøting. Tað hevur stóran týdning fyri bæði barnið og felagsskapin, at heim og skúli arbeiða saman.

Vit vóna at síggja tykkum til ein gevandi og mennandi fund!

 

 

 

Nýggjastu tíðindi

7. flokkur á vitjan
mai 8. 2026
FabLab
mai 5. 2026
Útferð
apr 29. 2026
Hjóldagar
apr 23. 2026
Felagsforeldrafundur
apr 21. 2026