Tíðindi

Leiðaraskiftið

apr 15. 2026

Vit vilja hervið kunna um eina broyting í leiðsluni á skúlanum.

 

Seinastu umleið 5 árini hevur Annika Høj verið skúlaleiðari í FSK. Oda á Fríðufløtum hevur staðið við hennara lið hesi árini og hevur seinasta árið verið varaleiðari. 

 

Men frá í dag, 15. apríl, koma Annika og Oda at býta um leiklutir. Oda tekur við sum skúlaleiðari, og Annika kemur at vera varaleiðari. 

 

Vit vilja samstundis nýta høvið at takka Anniku Høj fyri fyri trúgva og dugnaliga tænastu sum skúlaleiðari. Við sínum arbeiði hevur hon lagt eitt týdningarmikið grundarlag undir menningina av skúlanum. Somuleiðis vilja vit takka Odu á Fríðufløtum fyri hennara góða arbeiði sum varaleiðari og ynskja henni blíðan byr sum skúlaleiðari. Tær báðar hava samstarvað framúr væl hesi árini og koma framhaldandi at gera tað - bara við umbýttum leiklutum.

 

Vit eru sannførd um, at hendan broyting fer at tryggja eina góða og framhaldandi menning av skúlanum.

 

Vinaliga,  

Skúlastýrið

Nýggjastu tíðindi

Rennidagur, 21. aug 2026
aug 21. 2026
Fyrsti skúladagur
aug 15. 2026
Hátíðarløta í frískúla­num Kelduni
aug 15. 2026
Kunning um fyrsta skúladag 26/­27
jul 30. 2026
Skúlin er liðugur
jun 22. 2026