Tíðindi

4.flokkur leggur tíðindi út

apr 22. 2025

Seinastu tíðina hevur 4.flokkur arbeitt við heimasíðum, og fer tí at leggja nakrar tíðindastubbar út á heimasíðuna.

Hamstrari í skúlanum  


 
Vit hava ein hamstrara í okkara flokki.

Hamstrarin hevur reyð eygu og hon eitur Blíða. Blíða hevur eina kúlu, so at hon kann rulla runt á gólvinum, og ikki alla tíðina vera í búrinum.  Vit brúka pappír til at hon kann klintra upp og niður eftir inni í búrinum. Blíða hevur eitt lítið hús, har hon kann sova í, og so ger hon eisini holir, har hon kann sova í. So ballar hon seg í pappírinum.

Hon er ljósabrún og hvít, og hevur ein lítlan snúda og mega fittar labbar, og hon bítur men ikki so fast. Hon hevur eitt blátt ting sum hongur upp undur loftinum í búrinum, men vit mugu koyra hana í har, so hon kann rusja niður.  

Hon etur turrfóður, gularót og keks, men hon hevur bara fingið eina ferð keks. Vit mugu onkuntíð vaska búrið hjá henni. Vit skiftast um at gera tað, og tað gera vit íðmeðan vit hava fleks ella tá morgunløtan er. Tað er nokkso  stuttligt, tí at mann skal taka hana úr  búrinum og koyra hana í kúluna ímeðan vit vaska búrið. 

Nýggjastu tíðindi

Rudda Føroyar
sep 18. 2026
Evnisdagar í 6. og 7. Flokki
sep 11. 2026
Rennidagur, 21. aug 2026
aug 21. 2026
Fyrsti skúladagur
aug 15. 2026
Hátíðarløta í frískúla­num Kelduni
aug 15. 2026
Myndarøð