Tíðindi

4.flokkur leggur tíðindi út

apr 21. 2025

Seinastu tíðina hevur 4.flokkur arbeitt við heimasíðum, og fer tí at leggja nakrar tíðindastubbar út á heimasíðuna.

Byggja banar í NÁ/TØ 

Seinastu vikuna hava vit í 4.Flokki bygt banar í NÁ/TØ.                                                    
Banarnir eru gjørdir úr pappíri og klistri. Um man vil kunna at flyta banan má man klistra hann fastan í papp. Banin má ikki gerðast ov langur, tí hann má klára at standa sjálvur. Hetta er ein kapping, og hon handlar um at tann banin sum klárar at halda einum pingpong bólti longst uppi í lufini uttan at steðga vinnur. Tíðin byrjar tá man sleppur bóltinum niður í banan. 
Øll í 4.Flokki halda tað vera mega stuttligt. 
Vit eru 2 í hvørjum bólki, og av tí at tað ikki gongur upp, eru tað 3 í einum bólki og í einum ørum eru tað 4 í einum bólki 
Vit hava sett okkara lærara Solveig nakrar spurningar. 
 
Hví byggja vit banar? 
Svar: Brúka hugflogið saman við kreativteti, Rokning og NÁ/TØ. 
 
Hvat vilt tú læra okkum við hesum? 
Svar: Læra at samarbeiða. 
 
Hví gera vit banarnar við pappíri og klistri og ikki nøkrum øðrum? 
Svar: At brúka vanlig amboð og tí at kappingin er skipa soleiðis. 
 
Heldur tú at tað gongur væl? 
Svar: Ja, tað gongur væl. 
 
Heldur tú at vit gera eitt gott samarbeiði? 
Svar: Ja, tá ið man ger eitt sovorðið arbeiði, lærir man væl at samarbeiða. 

Nýggjastu tíðindi

4.flokkur leggur tíðindi út
apr 22. 2025
4.flokkur leggur tíðindi út
apr 21. 2025
4.flokkur leggur tíðindi út
apr 21. 2025
4.flokkur leggur tíðindi út
apr 21. 2025
Felags foreldrafundur 10. mars kl. 19
feb 27. 2025
Myndarøð