Tíðindi

Tá SSL avlýsir, kunning sambært heimasíðuni

feb 6. 2025

Hesar eru mannagongdirnar tá SSL avlýsir bussleiðina.

 

Skúlin avlýsir bara tá leid 440 (Skálafjarđaleiđin) ikki koyrir. Vidhvørt lýsir SSL á heimasíđuni at møguligar broytingar ella avlýsingar kunnu koma fyri.

 

Er leið 440 avlýst, er eingin skúlagongd. Vit avlýsa tó ikki allan skúladagin, fyrr enn vit vita við vissu, at seinni bussurin kl. 9.20 ikki koyrir.

 

Tí velja vit í fyrsta umfari at útseta til kl 9. Koyrir seinni bussurin ikki, verður skúlagongdin avlýst og somuleiðis verður frítíðarstovan stongd.

 

Um so er, at bussleiðin brádliga verđur avlýst áðrenn skúlin endar, arbeiða vit við eini loysn at fáa øll trygt heim og vit senda smsboð.

Nýggjastu tíðindi

Rudda Føroyar
sep 18. 2026
Evnisdagar í 6. og 7. Flokki
sep 11. 2026
Rennidagur, 21. aug 2026
aug 21. 2026
Fyrsti skúladagur
aug 15. 2026
Hátíðarløta í frískúla­num Kelduni
aug 15. 2026