Tíðindi

Betri Vinir

jan 17. 2025

Í Frískúlanum Keldan fara vit í næstum, at seta í verk og arbeiða við Betri Vinir, sum er ein fyribyrgjandi verkætlan ímóti happing. Betri Vinir hevur sin uppruna í donsku verkætlanini Fri for Mobberi, sum Red Barnet og Mary Fonden í Danmark hava sett á stovn og ment.

Betri vinir er ein verkætlan, sum fyrst og fremst hevur til endamáls at styrkja góða barnafelagsskapin. Hetta verður gjørt við upplýsandi tilfari og ymiskum tiltøkum, sum byggir á málrættað, námsfrøðiligt arbeiði við at menna sosialar førleikar og fremja trivnað í tryggum og inkluderandi barnafelagsskapi. Her verða allir partar, sum dagliga eru um næmingin, tiknir við, tað veri seg foreldur, námsfrøðingar, lærarar og onnur vaksin.

Tilfarið verður longu miðvíst nýtt í barnagørðum runt um í landinum, men nú er tilfarið blivið føroyska og tillagað soleiðis, at tað eisini er tøkt til at brúka í innskúlingin (6-9 ár). Sum eina roynd, byrjaðu nakrir skúlar longu við Betri Vinir átakinum í skúlaárinum 23/24, og nú er so møguleikin komin til okkara skúla. Tað er Nám sum saman við Undirvísingarstýrinum og Barnabati samstarva og skipa hesa verkætlanina, og tað er eisini tey sum standa fyri ráðleggingardegnum, ið skal vera á skúlanum týsdagin tann 28. januar 2025. Sum partur av innleiðsluni skulu øll starvsfólk luttaka, og tí hevur skúlin fingið loyvi til at geva næmingunum frí henda dagin.

Tit kunnu lesa meira um Betri Vinir her 

Nýggjastu tíðindi

Tá SSL avlýsir, kunning sambært heimasíðuni
feb 6. 2025
Betri Vinir
jan 17. 2025
Vikukapping
jan 16. 2025
Kunnandi fundur um forskúlan 20 jan. kl. 19
jan 9. 2025
Innskriving til 1 fl. skúlaárið 2025/­26
jan 9. 2025