Tíðindi

Trivnaðardagur

nov 26. 2024

Hósdagin 28. nov fara vit í skúlanum at hava trivnaðardag. Vanliga tímatalvan verður niðurløgd, og vit fara at arbeiða við evninum "orð". Vit fara at hoyra søgu og gera ymiskir aktivitetir, sum skulu fáa okkum til at hugsa um, hvat vit siga, og hvussu vit kunnu læra okkum at tosa pent og virðiliga við og um hvønn annan. Endamálið er at styrkja um felagsskapin og harvið stuðla undir trivnaðin á skúlanum. Okkara mál er altíð, at øll børn skulu hava tað gott, og at vit øll, í okkara gerandisdegi á skúlanum,  minnast til at vísa virðing fyri hvør øðrum.

Børnini skulu hava penalarhús, saks, busskort og matpakka við. 

Nýggjastu tíðindi

Rudda Føroyar
sep 18. 2026
Evnisdagar í 6. og 7. Flokki
sep 11. 2026
Rennidagur, 21. aug 2026
aug 21. 2026
Fyrsti skúladagur
aug 15. 2026
Hátíðarløta í frískúla­num Kelduni
aug 15. 2026