Tíðindi

Vit arbeiða við nýggja tilfarinum um styrkir

nov 8. 2024

Sum liður í karakterbygging eru vit farin í holt við nýggja tilfarið ”Bókin um mínar styrkir”. Tað er tilfar har arbeitt verður við teimum 24 styrkjunum. Vit hava øll tær 24 styrkirnar í okkum, men vit hava meira av summum enn av øðrum styrkjum. Av teimum styrkjunum eru 5-8, sum vit brúka allarmest, og sum geva okkum mest orku. Hetta eru okkara toppstyrkir.
Hetta er eisini við til at skapa trivnað og sjálvsvirði í flokkinum. Dentur verður lagdur á at læra næmingarnar at síggja seg og hvør annan fyri tað góða, har vit taka støði í styrkjunum hjá hvørjum einstøkum næmingi og í flokkinum.
Bókin um mínar styrkir er um, hvussu vit kunnu læra okkum at brúka styrkirnar í skúlanum og uttan fyri skúlan, og hvørjar styrkir onnur síggja í okkum.
Tað góða er, at vit øll eru ymisk og hetta ger, at vit skilja vit hvønn annan betur og vita, nær hini í flokkinum hava tað gott.
Tá ið vit brúka styrkirnar, trívast vit og eru glað. Tá ið vit brúka styrkirnar, megna vit eisini betur at røkka teimum málum, sum vit seta okkum.

Nýggjastu tíðindi

Evnisvika
sep 12. 2025
Fyrsti skúladagur
aug 15. 2025
Felagsforeldrafundur mán. 25/­8 í Kantinuni fyri 3 - 7 fl kl 19
aug 15. 2025
Felagsforeldrafundur 20. aug í Kantinuni fyri F - 2 fl kl 19
aug 15. 2025
Skúlin byrjar aftur mikudagin 13.august
aug 5. 2025