Tíðindi

Skúlaflokkur við Draganum

sep 24. 2024

Eins og undanfarin ár vóru næmingar úr 6 fl. til fiskikapping við Draganum.
Tey hugnaðu sær óført og fingu nógvan fong. Tíverri fingu tey ein skelk, tá ið Dragin rak á flesjarnar og tey máttu flytast við einum útróðrarbáti til lands.
Tíbetur komu tey óskadd til lands, sjálvt um hendingin var skakandi.

Seinni sama dag møttust
foreldur og næmingar á skúlanum saman við lærarum og leiðsluni og fingu práta saman um hendingina.

Næmingarnir hava síðan havt vitjan av sálarfrøðingi, sum tosaði við 6 fl. Eisini komu tey við góðum ráðum til børnini og foreldrini, hvussu man handfer eina kreppustøðu.
Vit hava eisini havt vitjan av manningini á Draganum, sum greiddu frá og prátaðu við børnini.
Vit eru takksom fyri alla hjálp vit hava fingið og eru glað fyri at næmingarnir eftir umstøðunum hava tað gott.

Nýggjastu tíðindi

Evnisdagar í 6. og 7. Flokki
sep 11. 2026
Rennidagur, 21. aug 2026
aug 21. 2026
Fyrsti skúladagur
aug 15. 2026
Hátíðarløta í frískúla­num Kelduni
aug 15. 2026
Kunning um fyrsta skúladag 26/­27
jul 30. 2026