Tíðindi

Vikukapping 3

sep 19. 2024

Git fiskin!

 

Latínska heitið á fiskinum er Oncorhynchus mykiss.

 

Trýst á her, um tú ætlar at luttaka.  

 

Fiskurin líkist øðrum laksafiskum. Lítið høvd, stóran stert, eina ryggfjøður, eina fitifjøður, eina gotfjøður. Búkfjaðrarnar eru umleið mitt undir ryggfjøðurini. Uggafjaðrarnar eru niðarlaga fremst á ugganum. Mest sum beina striku aftur eftir síðunum.

Fiskurin býr í áum, vøtnum og í sjónum. Upprunaliga hoyrir fiskurin heima í norðara parti av Kyrrahavinum, men tað er serliga vælegnað til aling og er tí nú á døgum mest sum um allan heimin. Tað verður alið, og eisini verða tey sett út í ymisk vøtn til frítíðarfiskarar, ella tey sleppa úr alibrúkunum. Fiskurin gýtir ikki natúrliga í Føroyum.

Í Evropa verður fiskurin upp í umleið 80 cm langur. (Kelda: havstovan)

 

Nýggjastu tíðindi

Morgunløta um Dánjal
mar 19. 2026
Listaleypurin
mar 17. 2026
Lava-lampur
mar 12. 2026
Yrkingakafé
mar 10. 2026
Framløga um gongustjørnur
mar 9. 2026