Tíðindi

Vikukappingin

sep 5. 2024

Git fiskin!

Tú kanst senda inn títt boð her. Minst til at skriva navn og flokk. Seinasta freist at senda inn er hósdagin 12. september.

Latínska heitið á fiskinum er Melanogrammus aeglefinus.

Fiskurin er virðismikil og verður nógv veiddur.

Fiskurin hevur tríggjar ryggfjaðrar og tvær gotfjaðrar. Búkfjaðrarnar eru heldur smalar og sita fremri enn fremsta ryggfjøður. Uggafjaðrarnar sita eins frammarlaga og fremsta ryggfjøður, og tær røkka aftur til mittastu ryggfjøður. Sterturin er nakað innbogin. Strikan er svørt og er bogin oman fyri uggafjøðurina. Hann hevur lítlan kjaft, yvirbit og lítla finnu.

Fiskurin verður upp í umleið 112 cm langur. Elsti aldursgreinaði fiskurin av hesum slagið undir Føroyum var 17 ár.

Høvuðsføðin hjá fiskinum er ymisk maðkasløg, krabbadjór og tindadjór, serliga slangustjørnur, men eisini fiskur og lindjór verða etin. (Kelda:

Havstovan)

Nýggjastu tíðindi

Rudda Føroyar
sep 18. 2026
Evnisdagar í 6. og 7. Flokki
sep 11. 2026
Rennidagur, 21. aug 2026
aug 21. 2026
Fyrsti skúladagur
aug 15. 2026
Hátíðarløta í frískúla­num Kelduni
aug 15. 2026