Tíðindi

Skúla OL

mai 13. 2024

Kunning um OL evnisdagar

 

Í døgunum 14.-16. mai 2024 fara Stranda og Skála skúli saman við frískúlanum Keldan at skipa fyri evnisdøgum. Evnið verðu "OL". Endamálið við evnisdøgunum er, at næmingar og lærarar á hesum trimum skúlum hittast og røra seg. Hesar dagarnar fara vit at leggja dent á:

-samanhald

-trivnað

-rørslu (ikki kapping) 

 

Vit fara at hava ymiskar rørslu- og ítróttaraktivtetir. Tiltakið byrjar við OL-setan í Kelduni týsmorgunin, og tiltakið endar hósdagin við einum felagstiltaki á Skála. Næmingarnir fara at luttaka í ymiskum aktivtetum á ymisku skúlunum.  

 

Skrá fyri dagarnar:

 

Týsdagin: Øll møta á sínum skúla, síðan verða næmingarnir í Skála og Stranda skúla koyrd til Skálafjarðar. Har verður OL- setanin. Eftir setanina  (uml kl 10.15) verða næmingarnir í miðdeildunum (4-6 fl á øllum skúlum) koyrd út á Skála, og næmingarnir í hádeildunum (7.-10. fl.) verða koyrdir út á Strendur. Innskúlingin (F-3 fl) verður í Skálafirði restina av degnum. Næmingarnir verða aftur á sínum skúla uml. kl. 13. Næmingarnir skulu vera klæddir eftir verðrinum, hava skiftiklæðir, handklað, matpakka og dunk við vatni í við sær.

 

Mikudagin: Næmingarnir møta á sínum skúla til vanliga tíð (sí vikuætlan fyri nærri kunning). Henda dagin verður miðdeildin í Skálafirði, og byrjanardeildinar vera á Skála (næmingarnir  verða koyrdir). Hádeildin verður á Strondum. Næmingarnir verða aftur á sínum skúla uml kl. 13. Næmingarnir skulu vera klæddir eftir verðrinum, hava skiftiklæðir, handklað, matpakka og dunk við vatni í við sær.

Hendan dagin hava næmingarnir í hádeildini møguleika at keypa flutes fyri 30 kr. Havið reiðan pening við.  

 

Hósdagin: Allir næmingarnir vera í høllini á Skála byrjað verður kl 8.30, men øll koyra við vanligu rutuni hjá SSL. Hendan dagin skulu næmingarnir hava skiftiklæðir, handklæð og dunk við (helst við vatni í). Vit fara at grilla, og hvør næmingur fær ein burgara og eina pylsu við breyði, umframt eina Kirvi fløsku. 

 

Leiðslur og starvsfólk halda hetta verður spennandi at royna og gleða okkum til dagarnar. 

 

Vinarliga

 

Leiðslur og starvsfólk í Stranda skúla, Skála skúla og Frískúlanum Keldan

 

Nýggjastu tíðindi

Starvslýsing
jul 10. 2024
Seinasti skúladagur skúlaárið 2023/­24
jun 18. 2024
Kunning
mai 13. 2024
Skúla OL
mai 13. 2024
Filmur frá evnisvikuni
apr 2. 2024