
Starvslýsing
Starvsfólk til Frískúlan í Kelduni, skúlaárið 2025/2026
Frískúlin Keldan søkir eftir:
- Lærara í tíðaravmarkað starv skúlaárið 2025/26. Setanarbrotið er 0,7 talan er um avlopstímar.Tímatalið verður endaliga ásett 1 okt. Broytingar kunnu væntast í tímatalinum, tá ið starvið partsvís er fyri lærara í barnsburðarfarloyvi. Skúlanum tørvar ein lærara, sum kann undirvísa m.a. í støddfrøði í innskúlingini og kann átaka sær uppgávur viðvíkjandi trivnaðararbeiði skúlans.
- Eisini tørva vit eitt hjálparfólk til frítíðarstovuna, í tíðarskeiðnum 1 sept.- 31.des. 25 Talan er um avloysarastarv frá kl. 13-17. Tímatalið er áleið 20-25 tímar um vikuna. Tímatalið verður endaliga ásett 1 okt. Løn samsvarandi galdandi avtalum við Pedagogfelagið.
Vit ynskja, at tú, sum umsøkjari:
• Hevur læraraútbúgving og royndir í innskúlingini
• Tekur undir við og vilt arbeiða fyri visjónini hjá frískúlanum
• Hevur hug og áræði at skapa ein fjølbroyttan og tryggan gerandisdag við virðing og umsorgan fyri tí einstaka barninum
• Ert fleksibul og dugir at samstarva og ert til reiðar at menna tað námsfrøðiliga arbeiðið í skúlanum
Um frískúlan:
Skúlaárið 2025/2026 eru umleið 110 børn frá forskúla til 7. flokk í Frískúlanum Kelduni. Frískúli og frítíðarstova eru á sama stað. Hølini í Kelduni eru nýmótans og vælegnað til skúlavirksemi. Umhvørvið í Skálafirði er eisini ein góður karmur um hetta virksemið.
Vit kunnu bjóða:
Eitt áhugavert starv við fjølbroytni í gerandisdegnum, har námsfrøðingar og lærarar samstarva. (sí www.fsk.fo)
Setanarviðurskifti:
Lærarastørv verða lønt samsvarandi avtalu millum Fíggjarmálaráðið og Føroya Lærarafelag.
Umsókn:
Umsókn saman við avriti av prógvi, c.v. og møgulig viðmæli, skal vera skúlastýrinum í hendi í seinasta lagi 19 juni kl. 12.00. Eru spurningar ella ivamál, ber til at skriva til friskulin@keldan.fo Neyðugt er hjá skúlanum at fáa barnaváttan frá umsøkjarum.
Vinarliga send umsóknina umvegis teldupost: friskulin@keldan.fo