Tíðindi

5. flokkur skipaði fyri kalda borðinum

nov 25. 2023

Fríggjadagar er kalt borð her á skúlanum. Vanliga skipar Durita fyri hesum, men hesa vikuna slapp 5. flokkur at átaka sær hesa uppgávu - og tað megnaðu tey til fulnar!

Viðskerin var skorin, breyðið smurt og tilhoyr gjørt klárt, borðbúnaðurin og jólaligt prýði stillað á borðini. Eisini stóðu tey sum tænarar, tá ymisku flokkarnir komu í kantinuna at eta.

Gleðiligt at síggja, hvussu flokkarnir duga at taka ábyrgd og vaksa við uppgávum.

Nýggjastu tíðindi

Sjósavnið
okt 27. 2026
VAKT
okt 21. 2026
Fletting, 8.okt 2026
okt 8. 2026
Kappingar í ánni
okt 7. 2026
Fløskuraket
sep 23. 2026
Myndarøð