Tíðindi

Næmingaráðið til altjóða barnarættindasáttmáladag í Fuglafjarðar skúla

nov 23. 2023

Næmingaráðið í Fuglafjarðar skúla samskipaði dagin. Fleiri tónleikaframførðslur vóru á skránni, Landsstýrismaðurin í Barna- og útbúgvingarmálum, Djóni N. Joensen, setti dagin, og Løgtingsins umboðsmaður og Barnanna umboðsmaður, Hanna Vang, hevði framløgu á barnahædd, sum snúði seg um ST-barnarættinda sáttmálan.

Eisini varð skipað fyri spølum á fótbóltsvøllinum, har næmingar úr teimum 20 luttakandi skúlunum, kundu kappast og læra nýggja spøl.
Áðrenn fráferð fingu næmingarnir pylsuhorn, pitsasniglar og sunkist.
Vit takka næmingaráðnum í Fuglafjarðar skúla fyri ein góðan og vælskipaðan dag.

Nýggjastu tíðindi

Fløskuraket
sep 23. 2026
Rudda Føroyar
sep 18. 2026
Evnisdagar í 6. og 7. Flokki
sep 11. 2026
Rennidagur, 21. aug 2026
aug 21. 2026
Fyrsti skúladagur
aug 15. 2026
Myndarøð