Tíðindi

Vikukapping vika 47

nov 17. 2023

Nú tað so smátt byrjar at stunda til jóla, og við tí byrjar ymiskir jólaaktivitetir at fylla skúlagongdina, verður síðsta vikukapping á hesum sinni í viku 47.

Spurningarnir hesaferð eru: Hvussu eitur landið við hesum flagginum?  Og hvussu eitur høvuðsstaðurin í landinum?
Svarleparnir skulu latast inn í svarkassarnar á bókasavnunum innan skúladagurin hósdagin er komin at enda.
Vinnarin verður funnin til morgunløtuna fríggjadagin.

Vinnarin fyri viku 46 var Nóa til sera stóra frøi í 2.flokki. Til lukku!!

Nýggjastu tíðindi

Fløskuraket
sep 23. 2026
Rudda Føroyar
sep 18. 2026
Evnisdagar í 6. og 7. Flokki
sep 11. 2026
Rennidagur, 21. aug 2026
aug 21. 2026
Fyrsti skúladagur
aug 15. 2026