Tíðindi

Búgvi takkar Jastrid

nov 10. 2023

Á møtinum sunnumorgunin bar Búgvi Olsen eina tøkk til Jastrid Høj fyri hennara arbeiði á FSK. Hetta skúlaárið er øðrvísi í mun til undanfarnu skúlaár. Fyri fyrstu ferð síðani skúlin byrjaði á heysti 2010 er grundari, skúlaleiðari og seinastu árini varaskúlaleiðari okkara Jastrid Høj ikki ein dagligur partur av skúlanum longur. Aftaná øll hesi ár hevur Jastrid nú kent, at tíðin er komin at geva leiðsluna av skúlanum víðari. Frá 1. nov. verður Dávid Dam Jacobsen varaleiðari. Hann starvast tætt saman við okkara skúlaleiðara Anniku Høj og Odu á Fríðufløtum, sum mynda leiðslutoymið á skúlanum.

Í dag vilja vit frá samkomunar síðu, siga tær eina stóra tøkk góða Jastrid. Vit eru sera takksom fyri, at tú saman við góðum fólki afturat tær hevur slóða fyri hesum skúla. Skúlin er títt hjartabarn, og vit eru sera takksom og stolt av tí arbeiði, tú hevur lagt í skúlan.

Vit ynskja Davidi Dam Jacobsen Guds signing í uppgávuni sum varaleiðari.

Nýggjastu tíðindi

Evnisvika
sep 12. 2025
Fyrsti skúladagur
aug 15. 2025
Felagsforeldrafundur mán. 25/­8 í Kantinuni fyri 3 - 7 fl kl 19
aug 15. 2025
Felagsforeldrafundur 20. aug í Kantinuni fyri F - 2 fl kl 19
aug 15. 2025
Skúlin byrjar aftur mikudagin 13.august
aug 5. 2025