Tíðindi

Vikukapping

sep 25. 2023

Tær komandi vikurnar fara vit at hava eina vikukapping, ið øll á Frískúlanum í Kelduni kunnu luttaka í.

Fyrsta kappingin byrjaði mánadag í viku 39. Svarlepar liggja á bókasavninum útfyri stovuna hjá 4. flokki.
Svarleparnir skulu koyrast í svarkassan innan hósdagin. Vinnarin verður kunngjørdur til morgunløtuna fríggjadagin í somu viku.

Spurningurin hesa vikuna er: Hvussu eitur hesin fuglurin?

 

Tit kunnu gott skriva svarið á ein lepa heima og koyra hann í svarkassan. Minnist til at skriva navn á næmingi, flokkur og navn á fugli.

Nýggjastu tíðindi

Evnisdagar í 6. og 7. Flokki
sep 11. 2026
Rennidagur, 21. aug 2026
aug 21. 2026
Fyrsti skúladagur
aug 15. 2026
Hátíðarløta í frískúla­num Kelduni
aug 15. 2026
Kunning um fyrsta skúladag 26/­27
jul 30. 2026