Tíðindi

4. flokkur á ferð

jun 4. 2023

Í fleiri vikur hava næmingarnir í 4. flokki glett seg til 1. juni, tí tá skuldu tey til Kunoyar á seturskúla.

Umsíðir upprann stóri dagurin, veðrið var av tí allar fagrasta, og 14 spentir og glaðir næmingar møttu á skúlanum.

Túrurin byrjaði í Klaksvík, har næmingarnir m.a. vitjaðu Klaksvíkar sløkkilið, har tey royndu nýggja kranabilin. Eisini gingu tey ein túr niðan á Klakk.

Síðani gekk leiðin til Kunoyar, har næmingarnir fyrst fóru á skattaveiðu og hugnaðu sær úti í góða veðrinum. Sjálvandi royndu fleiri eisini at klatra upp á stóra steinin, Eggjarsteinur.

Seinni um dagin fóru øll til Klaksvíkar at svimja og at keypa pizza.

Áðrenn songartíð fóru øll út at spæla rundbólt og hoppa band.

Dagin eftir varð ruddað, og heimferðin byrjaði. Á vegnum heim gjørdu næmingarnir ein stuttan steðg í Leirvík, har tey vitjaðu víkingatoftirnar og skúlan.

Alt í alt, ein sera góður túrur við nøkrum sera fittum næmingum.

Myndir eru á myndasavninum.

Nýggjastu tíðindi

Virkisvitjan
apr 8. 2026
Páskaferia
mar 27. 2026
Mildleiki sum Dávid
mar 26. 2026
Valdagur
mar 25. 2026
Framløga um langmóð
mar 25. 2026