Nýtt næmingaráð er valt og hevur skipað seg
jan 22. 2023
Valið var 8. des. 2022, har næmingar kundu velja umboð í næmingaráðið. Tey valdu eru: Sára Sámalsdóttir Steinkross, Christian Højgaard, Jónhild Frederiksberg, Aleksandur G Julin Andersson, Rannvá Annfinnsdóttir Garðalíð og Eiler Jónleifsson Eliasen. Fundur í næmingaráðnum var 16. januar har limirnir skipaðu seg soleiðis: Aleksandur varð valdur til formann og Christian næstformaður. Sára varð vald til skrivara.
Jastrid greiddi frá viðtøkunum og endamálinum við næmingaráðnum. Síðani komu limirnir fram við ymsum hjartamálum um viðurskifti, sum hava við skúlagongdina at gera, fysisku karmarnar í skúlanum og sosial viðurskifti. Alt er skrivað niður og alment fyri hinum í skúlanum. Arbeitt verður við hesum fram til næsta fund, sum verður í mars.
Nýggjastu tíðindi
FabLab
mai 5. 2026
Útferð
apr 29. 2026
Hjóldagar
apr 23. 2026
Felagsforeldrafundur
apr 21. 2026
Leiðaraskiftið
apr 15. 2026