Tíðindi

Altjóða læraradagur 5. oktobur

okt 5. 2022

Skúlastýrið luttók á morgunløtu og flutti fram røðu til næmingar og lærarar

Búgvi Olsen, skúlastýrisformaður luttók til morgunløtuna í skúlanum í morgun. Hann fortaldi børnunum, at tað var altjóða læraradagur og hví tað varð varpað ljós á tað. Hann greiddi næmingunum frá týdninginum, sum lærarar høvdu í lívinum hjá børnum og ungum. Eisini vísti Búgvi á virðið og respektina, sum lærarar høvdu fyrr ímun til í dag. 

Aftaná vóru lærarar og starvsfólk bodnir til munnbitar, lagkøku o.a.

Lærararnir fingu eisini eina heilsu frá skúlastýrinum:

Góðu lærarir,
Á hesum altjóða læraradeg vilja vit takka tykkum fyri tykkara góða arbeiði fyri okkara skúla og børnum. Tit eru okkara hendur og føtur, og brúka í stóran mun tann størsta partin av tí aktiva døgninum saman við hesum Guds eygnasteinum.
Takk fyri, at tit brúka tykkara Gudgivnu gávur til børnini og eru við til at gera FSK til ein heilt serligan skúla. Vit eru sera takksom fyri ein og hvønn av tykkum og vit virðismeta tykkara arbeiði ógvuliga høgt.
Guds signing og góðan altjóða læraradag.

Ynskir Skúlastýrið fyri Frískúlan Kelduna
 
          

 

Nýggjastu tíðindi

Evnisvika
sep 12. 2025
Fyrsti skúladagur
aug 15. 2025
Felagsforeldrafundur mán. 25/­8 í Kantinuni fyri 3 - 7 fl kl 19
aug 15. 2025
Felagsforeldrafundur 20. aug í Kantinuni fyri F - 2 fl kl 19
aug 15. 2025
Skúlin byrjar aftur mikudagin 13.august
aug 5. 2025
Myndarøð