Fleks
sep 1. 2022
Í FSK hava 3.-7. flokkur Fleks á tímatalvuni.
Við Fleks læringsháttinum, leggja næmingarnir sjálvir eina ætlan fyri, hvussu teir arbeiða. Soleiðis læra teir at taka ábyrgd, at skipa sítt arbeiði, at taka avgerðir og at arbeiða sjálvstøðugt.
Ein stórur fyrimunur við fleks er, at arbeiðstíðin verður nýtt meira skynsamt. Tá ið næmingarnir eru lidnir við eina uppgávu ella hava brúk fyri hjálp frá læraranum, kunnu tey fara í gongd við eina aðra uppgávu, meðan teir bíða.
Myndir av 4. flokki, meðan tey hava Fleks, síggjast her
Nýggjastu tíðindi
Sjósavnið
okt 27. 2026
VAKT
okt 21. 2026
Fletting, 8.okt 2026
okt 8. 2026
Kappingar í ánni
okt 7. 2026
Fløskuraket
sep 23. 2026