Tíðindi

Starvslýsing til skúlaárið 22.23

jun 15. 2022

Starvsfólk til Frískúlan í Kelduni  

 

Frískúlin, Keldan søkir eftir hesum hesum starvi fyri skúlaárið 2022/2023. 

 

• Eitt hjálparfólk á 20 tímar um vikuna vegna avlopstímar. Endaliga tímatalið verður ásett eftir 1. okt. Arbeiðstíðin er frá kl. 13-17. 

 

Vit ynskja, at tú, sum umsøkjari:

• Tekur undir við og vilt arbeiða fyri visjónini hjá frískúlanum

• Hevur hug og áræði at skapa ein fjølbroyttan og tryggan gerandisdag við virðing og umsorgan fyri tí einstaka barninum

• Ert fleksibul og dugir at samstarva og ert til reiðar at menna tað námsfrøðiliga arbeiðið í skúlanum

 

 

Um frískúlan:

Samkoman Keldan í Skálafirði hevur stovnað frískúlan. Frískúli og frítíðarstova eru á sama stað. Hølini í Kelduni eru nýmótans og vælegnað til skúlavirksemi. Umhvørvið í Skálafirði er eisini ein góður karmur um hetta virksemið. Skúlaárið 2022/2023 verða á leið 100 børn úr forskúla til 7. flokk.

 

Vit kunnu bjóða:

Eitt áhugavert starv við fjølbroytni í gerandisdegnum, har hjálparfólk, námsfrøðingar og lærarar samstarva. (sí www.fsk.fo) 

 

Setanarviðurskifti:

Hjálparfólkastarvið verður lønt samsvarandi sáttmála millum Føroya Pedagogfelag og Kommunala Arbeiðsgevarafelagið.

 

 

Umsókn:

Umsókn saman við avriti av prógvi, c.v. og møgulig viðmæli, skal vera leiðsluni í hendi seinasta lagi 4. juli kl. 12.00. 

 

Vinarliga send umsóknina umvegis teldupost: friskulin@keldan.fo

 

Nýggjastu tíðindi

Filmur frá ítróttar­degnum
jun 6. 2025
Starvslýsing
jun 5. 2025
Trivnaðardagur
mai 22. 2025
Einstaklingasamrøður
apr 30. 2025
4.flokkur leggur tíðindi út
apr 22. 2025