Tíðindi

Felags foreldrafundur 28. apríl

apr 20. 2022

Skúlastýrið skipar fyri felags foreldrafundi hóskvøldið 28. apríl kl. 19, har vit fáa vitjan av Anders Dunemyr úr Svøríki, sum kemur at hava fyrilestur.

 

Anders er útbúgvin tónleikalærari og hevur verið skúlastjórið á einum kristnum skúla í Stokholm síðani ár 2000. Hann hevur eisini tikið Master of Education í 2007 á Oral Roberts University Tulsa í USA.

Í 2009 var skúlin, sum Anders leiðir, kosin til vinnari í eini kapping í Stokholm viðvíkjandi dygd og góðsku.

Umframt at vera skúlastjóri hevur Anders síðani 2014 verið partur av Kristna frískúlaráðnum í Svøríki. 

Í løtuni er Anders í ferð við at taka eina master innan útbúgvingarvísund á fróðskaparsetrinum í Uppsala. Anders er giftur við Ásu og tey hava fýra børn. Tey hoyra til eina samkomu í Stokholm, har tey tæna við sínum gávum.

 

Vónandi verður uppmøtingin góð til hesa forkunnugu vitjan.

 

Nýggjastu tíðindi

Rudda Føroyar
sep 18. 2026
Evnisdagar í 6. og 7. Flokki
sep 11. 2026
Rennidagur, 21. aug 2026
aug 21. 2026
Fyrsti skúladagur
aug 15. 2026
Hátíðarløta í frískúla­num Kelduni
aug 15. 2026