Kunnandi fundur um forskúlan 22. febr. kl 19
feb 15. 2022
Kunnandi fundur um gerandisdagin í forskúlan verđur týsdagin 22. febr kl. 19. Fundurin verður í kantinuni, tiltakið er ætlað teimum, ið hava børn, sum hava aldur at byrjað í forskúlanum komandi ár. Onnur áhugaði er tó eisini vælkomin.
Samstundis verður møguleiki fyri at innskriva næmingar í forskúla skúlaárið 2022/23.
Frískúlin Keldan er ein frískúli, har dentur verður lagdur á kristnu virðini. Okkara endamál er skapa eitt umhvørvi við íblástri, trivnaði, læring og persónligum vøkstri.
Sí annars heimasíðu okkara: www.fsk.fo
Ynskir tú fleiri upplýsningar, kanst tú ringja til skrivstovu skúlans tel. 442502
Nýggjastu tíðindi
Rennidagur, 21. aug 2026
aug 21. 2026
Fyrsti skúladagur
aug 15. 2026
Hátíðarløta í frískúlanum Kelduni
aug 15. 2026
Kunning um fyrsta skúladag 26/27
jul 30. 2026
Skúlin er liðugur
jun 22. 2026