Tíðindi

Seinastu dagarnir áðrenn jólafrítíðina

des 11. 2021

Skúlagongdin byrjar kl. 9.30 hesa seinastu vikuna. Næmingarnir í 5-7 fl. koma í samráð við SSL við seinna bussinum. Yngru næmingar kunnu koma til vanliga tíð.

 

Vit hava verkstøð, biograf, hugna og gudstænastu á skránni komandi dagarnar.

Sí skrá niðanfyri.

  

Næmingarnir fáa ein posa við heim, tá teir fara í jólafrí, við eini heilsan frá skúlanum.

  

Neyðansing verður skipað eftir tørvi. Vinarliga sigið skúlaleiðaranum frá á tel. 748755, um tit hava tørv á neyðansing áðrenn týsdagin 14.des. kl. 12, so vit hava møguleika at leggja tilboðið til rættis.

 

Vit ynskja tykkum eini góð og friðsæl jól og eitt av Harrranum vælsignað nýggjár við tøkk fyri gott samstarv í brátt farna ári.

                                                                     

Bestu ynskir, Frískúlin Keldan

 

Nýggjastu tíðindi

Fløskuraket
sep 23. 2026
Rudda Føroyar
sep 18. 2026
Evnisdagar í 6. og 7. Flokki
sep 11. 2026
Rennidagur, 21. aug 2026
aug 21. 2026
Fyrsti skúladagur
aug 15. 2026