Tíðindi

Kunning viđvíkjandi nýggju tilmælunum.

nov 3. 2021

Landstýriđ setur nú avmarkingar í verk fyri at tálma smittutrýstinum.

Vit hava ráđført okkum viđ Undirvísingarstýriđ og Landslæknan, sum varđa av skúlaøkinum.

 

Tey mettu ikki, at neyđugt var at steingja allan skùlan. Av tí at smittutrýstiđ er hægst í innskúlingini og smittuvandin er størstur í frítíđarstovuni, verđur frítídarstovan stongd í tíđarskeiđnum, 4.nov. fram til 12.nov. Eisini skulu næmingar í F og 1.fl. verda heima hetta tíđarskeiđiđ.

2.fl. kann koma í skúla í næstu viku, tó verđur frítídarstovan stongd.

 

Hinir flokkarnir 3-7 fl. kunnu koma í skúla, sum vanligt.

Elstu flokkarnir 5-7 fl. koma skiftivís at verđa í skúla og arbeiđa online.

Tilmælini eru givin út frá verandi støđu og kunnu broytast, um smittutølini hækka.

 

Mælt verđur framhaldandi til at halda reinføri, frástøđu og at lata seg kanna, um man hevur sjúkueyđkenni ella hevur verid saman viđ onkrum sum hevur korona.

 

Vit eru sjálvandi hørm um støđuna, men vóna at átøkini sum landsmynduleikin setur i verk, fara at tálma smittuni.

Vh. Frískúlin Keldan

Nýggjastu tíðindi

Páskaferia
mar 27. 2026
Mildleiki sum Dávid
mar 26. 2026
Valdagur
mar 25. 2026
Framløga um langmóð
mar 25. 2026
Lesiátak
mar 24. 2026