Smittutilburđir stađfestir
okt 27. 2021
Hesar seinastu dagarnar er 6 smittutilburđir stađfestir á skúlanum, í forskúlanum, 1.fl 2 fl. og 7.fl. Tađ ger at fleiri næmingar, umframt starvsfólk eru í sóttarhaldi.
Fyri at minka um smittuvandan, koma 6-7 fl. at arbeiđa heimanífrá hósdagin og fríggjadagin. Mánadagin er tó ætlanin at tey koma í skúla, sum vanligt.
Vit heita tí á tykkum, at verđa serliga ansin komandi dagarnar og ikki senda børnini í skúla, um tey ikki eru heilt frísk.
Eru ivamál, eru ráđini frá Landslæknanum, at lata børnini kanna og so lata tey koma í skúla tá tey hava fingiđ svar.
Nýggjastu tíðindi
Fløskuraket
sep 23. 2026
Rudda Føroyar
sep 18. 2026
Evnisdagar í 6. og 7. Flokki
sep 11. 2026
Rennidagur, 21. aug 2026
aug 21. 2026
Fyrsti skúladagur
aug 15. 2026