Tíðindi

Leiðaraskifti í Frískúlanum

sep 25. 2021

 

Síðani Frískúlin Keldan byrjaði sítt virksemið í 2010 hevur Jastrid Høj verið skúlaleiðari fyri skúlan. Gjøgnum hesi 11 árini hevur Annika Høj staðið við hennara lið, sum varaskúlaleiðari og visiónsberari. Samstarvið millum Jastrid og Anniku hevur verið fyrmyndarliga gott og hava tær staðið saman, sum ein ímynd av Frískúlanum øll hesi árini.

Nú skúlaárið 2021/22 er farið í gongd, er tað við einum nýggjum skúlaleiðara. Leiklutirnir hjá Jastrid og Anniku eru býttir um soleiðis, at Annika hevur tikið við sum skúlaleiðari og Jastrid er nú varaleiðari. Skúlastýrið fegnast um góðu gongdina hjá skúlanum øll hesi árini og vil hjartaliga takka Jastrid fyri hennara trúfesti, yvirgeving og ídni til skúlan. Samstundist vilja vit ynskja Anniku hjartaliga tillukku við nýggju avbjóðingini sum skúlaleiðari og ynskja henni Guds ríku signing í uppgávuni. Vit fegnast mest um at tær framhaldandi koma at vera í tøttum samstarvið saman í leiðsluni fyri Frískúlan, og saman við dugnaligu lærarunum og starvsfólkunum á skúlanum, føra Frískúlan Keldan enn longur fram á leið.

Skúlastýrið fyri Frískúlan Keldan

 

 

 

 

Nýggjastu tíðindi

Valdagur
mar 25. 2026
Framløga um langmóð
mar 25. 2026
Lesiátak
mar 24. 2026
Morgunløta um Dánjal
mar 19. 2026
Listaleypurin
mar 17. 2026