Tíðindi

Frískúlin 10 ár

jun 23. 2021

Sunnudagin 20. juni var 10 ára hald fyri FSK í Kelduni. Hesin dagurin skuldi havt verið fyri einum ári síðani, men vegna støðuna við koronu, hevur hetta ikki borið til. 

Núverandi og fyrrverandi næmingar við foreldrum, samkoman o.o. vóru boðin til hátíðardagin. Byrjað var dagin við einum góðum drekkamunni í kafeteriuni, har myndir úr skúlanum koyrdu á skermunum. Næmingar seldu lutir til frama fyri hjálpararbeiði í Nakuru, Kenya. Á skránni vóru annars næmingaframførslur, søgulig frágreiðing og tala. Landsstýrismaðurin í uttanríkis- og mentamálum, Jenis av Rana hevði eisini eina heilsan. 

 

Nýggjastu tíðindi

7. flokkur á vitjan
mai 8. 2026
FabLab
mai 5. 2026
Útferð
apr 29. 2026
Hjóldagar
apr 23. 2026
Felagsforeldrafundur
apr 21. 2026
Myndarøð