Tíðindi

Kunning

jun 13. 2021

Pedagogfelagið hevur lýst verkfall fyri alt sáttmálaøkið. Hetta merkir, at allir limir í feglagnum fara í verkfall mánamorgunin.

 

Hetta hevur við sær, at vit mugu tillaga skúlavirksemi komandi vikuna. 

Somuleiðis merkir tað, at frítíðarstovan má skerja upp og afturlatingartíðirnar. Vit mugu halda okkum til sama tímatal, sum hini starvsfólkini, sum ikki eru rakt av verkfallinum vanliga arbeiða og tí er neyðugt at skerja upp og afturlatingartíðirnar.

 

Frítíðarstovan verður komandi vikuna opin hvønn dag millum kl. 9.00-15.00. Um so er, at verkfallið endar í semju, hava vit opið sum vanligt.

Nýggjastu tíðindi

Fløskuraket
sep 23. 2026
Rudda Føroyar
sep 18. 2026
Evnisdagar í 6. og 7. Flokki
sep 11. 2026
Rennidagur, 21. aug 2026
aug 21. 2026
Fyrsti skúladagur
aug 15. 2026