Tíðindi

Telefonpolitikkur - dagført 18.3.21

mar 18. 2021

Reglugerð fyri nýtslu av telefonum o.ø. í skúlatíðini í frískúlanum Kelduni
Hesar reglur eru galdandi fyri allar næmingar skúlans.

Í skúlanum:
Um næmingurin hevur telefon ella onnur elektronisk tól við, verða tey savnað inn hvønn dag og sett inn í eitt læst skáp. Tá skúladagurin er liðugur, fær næmingurin telefonina aftur. Um næmingurin ikki klárar at lata telefonina inn, viðmælir skúlin, at telefonin ikki verður tikin við í skúla.

Í tímunum:
Um telefonin skal brúkast sum amboð, er tað lærarin, sum ger av, nær og hvussu, hon verður brúkt.

Um reglurnar ikki verða fylgdar, verður telefonin tikin og løgd á skrivstovuna, har hon í samráð við foreldur verður avheintað.
Næmingarnir hava sjálvir ábyrgdina av telefonum og øðrum elektroniskum útbúnaði. Skúlin heftir ikki fyri brot og burturmistar lutir.

Nýggjastu tíðindi

Evnisvika
sep 12. 2025
Fyrsti skúladagur
aug 15. 2025
Felagsforeldrafundur mán. 25/­8 í Kantinuni fyri 3 - 7 fl kl 19
aug 15. 2025
Felagsforeldrafundur 20. aug í Kantinuni fyri F - 2 fl kl 19
aug 15. 2025
Skúlin byrjar aftur mikudagin 13.august
aug 5. 2025