Tíðindi

5. flokkur sovið á skúlanum

nov 13. 2020

Vit komu á skúlan kl.19:00. 

Fyrst spældu vit stikkbólt og tosaðu saman. Aftaná fóru vit at spæla Among Us In Real Life, tað var so stuttligt. Vit hugdu eisini eftir How To Train Our Dragons 3. 
Vit ótu nógv bomm og drukku sodavatn. Nøkur hugdu at filmi, meðan onnur spældu kort.  

Vit høvdu eisini eina talentshow kapping. Liðið Flipflop vann kappingina. Tey fingu ein góðan vinning. Tá ið talentshowið var liðugt, fóru vit at leggja okkum í songina.  Har tosaðu og roksaðu vit eina góða løtu, áðrenn vit løgdu okkum. Tá ið vit vaknaðu morgunin eftir, fingu vit lekkran morgunmat – bollar og ommukrem.  
 
Skrivað hevur Sára. 

Nýggjastu tíðindi

Fløskuraket
sep 23. 2026
Rudda Føroyar
sep 18. 2026
Evnisdagar í 6. og 7. Flokki
sep 11. 2026
Rennidagur, 21. aug 2026
aug 21. 2026
Fyrsti skúladagur
aug 15. 2026